Limafundurin leygardagin 20. mars 2010 kl. 10.00

Mánadagin 8. mars var starvsnevndarfundur, har kappingarnevndin eisini var umboðað. [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Til øll feløg, sum hava lið í G og D 17

H71 hevur aftur í ár avgjørt at skipa fyri galla-veitslu fyri G og D17. Í ár verður veitslan tann 20. mars, frá kl. 19.00 til kl. 02.00, í auluni í Studentaskúlanum í Hoydølum. [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Sunset: 23. – 25 og 27. mars    -      Atlantic Airways: 1. -3  og 5. apríl

Kappingarnevndin hevur ásett, nær finalurnar í Sunset kappingini og Atlantic Airways kappingini verða: [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

A-landsliðið eftir venjingardyst í feb. 2010 (áðrenn endaligu úttøkuna)

Venjarin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, Claus Rasmussen, hevur tikið hesar leikarar út til dystirnar í Challenge Throphy 2010.  [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Frá dystinum móti danska U18 landsliðnum í februar (mynd: Alan Brockie)

Í sambandi við fyrireikingarnar til Challenge Trophy luttøkuna fer A-landsliðið hjá kvinnum at venja í høllini í Kollafirði fríggjakvøldið 12. mars frá kl. 20 til 22.

{ 0 viðmerkingar }

Fyrsta savningin av U17 dreingjum var í Høllini í Hoyvík sunnudagin 28. februar frá kl. 9.00 til 11.00 og so aftur frá kl. 12.00 til 14.00. Tað vóru Jan Ottosen og Hjalmar Klein Olsen, sum stóðu fyri venjingini. Til seinnu venjingina var  Zeljco Jotic málmannsvenjari eisini við. [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

- næsta savningin hin 21. mars.

Savningin gekk fyri seg í Gundadalshøllini sunnudagin 21. feb. Møttar vóru 32 gentur frá so gott sum øllum feløgum. Nakrir leikarar úr Stjørnuni fingu tó ikki møtt.
[les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Fyrilesturin varð hildin sunnukvøldið 21. feb. og varð fingin í lag í sambandi við vitjanina hjá danska U18 kvinnulandsliðnum í døgunum 18 til 23. Feb. Heine Eriksen, venjari hjá U18 liðnum varð biðin um at greiða frá, hvussu DHF arbeiðir landsliðum. Hann byrjaði við at siga, at hann siga, at hann var ábyrgdarhavandi av undómslandsliðum á kvinnusíðuni. Og hann helt fram:

Danmark er býtt upp í øki, har ungir leikarar verða savnaðir saman til talentvenjingar, eisini nevndir menningarbólkar. So við og við verður funnið fram til, hvørjir leikarar hava evni til at koma á eitt  U15 lið og seinni U18 ella U20. [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Næsta savning verður longu aftur á Eiði fríggjakvøldið tann 12. marts 2010 kl. 18-21.

Fyrsta savningin av U14 dreingjum var í Vestmanna tann 26. februar
Undirtøkan var stak góð og møttu heilir 43 [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }

Skeiðið er fyri venjarum hjá børnum og ungum
- Ítróttur fyri børn og ung.

Tað verða tvey skeið av hesum slag í vár. Eitt verður 19. og 20. mars 2010 og eitt 26. og 27. mars 2010 – bæði í ÍSF-húsinum í Havn. Byrjað verður [les meira…]

{ 0 viðmerkingar }