Til øll feløg, sum hava lið í G og D 17
H71 hevur aftur í ár avgjørt at skipa fyri galla-veitslu fyri G og D17. Í ár verður veitslan tann 20. mars, frá kl. 19.00 til kl. 02.00, í auluni í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Ætlanin er at skipa veitsluna líka sum veitslan, sum var í fjørð, og sum veitslurnar, sum tey seinastu árini hava verið fyri teimum vaksnu deildunum. Hetta merkir m.a., at spælararnir í teimum ymisku feløgunum skulu melda seg til áðrenn og verða galla-klødd. Borðreitt verður við buffét, og aftaná borðhaldið verður dansur.
Harnæst verða ársins leikari, besti málskjútti, ársins málmaður, ársins venjari og møguliga ársins stjørnuskot kjósa. Vinnararnir verða, eins og í teimum vaksnu deildunum, funnir við, at hvørt felag í ávikavist gentudeildini og dreingjadeildini fær eina atkvøðu til hvørt heiti, eins og venjararnir hjá feløgunum hava eina atkvøðu. Tað er ikki loyvt at atkvøða fyri einum av sínum egnu.
Vísandi til at tað kann hugsast at gerast ógvuliga trupult hjá H71 at finna 12 sponsorar, ið vilja lata kr. 1.500,00 hvør til steyp, prýði o.a., heita vit eins og í fjørð aftur í ár hini feløgini um at finna sponsorar til steypini. Avgjørt er í hesum sambandi, at tey feløgini, sum hava bæði G og D 17 skulu finna tveir sponsorar, meðan tey feløgini, sum einans hava antin G ella D 17 skulu finna ein sponsor hvør. H71 skipar síðani fyri innkeypi og inngravering av steypunum.
Vísandi til at stundir skulu verða til inngraveringina, verður freistin hjá feløgunum at upplýsa okkum nøvnini á sponsorum og hjá sponsorunum at rinda tær kr. 1.500,00 á niðanfyri nevndu konto hjá H71 í Norðoya Sparikassa sett til sunnudagin 7. mars.
Vit vóna at feløgini og leikararnir taka væl undir við tiltakinum, tí vit halda, at tílík tiltøk kunnu verða til at menna um hondbóltin í Føroyum sum heild. Tað er ofta í seinnu helvt av tannárunum, at ungdómurin steðgar við at íðka ítrótt, ella í øllum førum velja tey sær tá kanska einans eina ítróttargrein millum tær ítróttargreinirnar, sum tey hava gingið til. Tað hevur tíanverri víst seg, at tað ofta er hondbólturin, sum verður valdur frá í hesum árunum, og er hetta ein vanlagna fyri føroyskan hondbólt. Við galla-veitsluni og teimum titlunum í ætlanin er at kjósa á hesari, vóna vit at kunna verða við til at geva teimum ungu nakað at síggja fram til og kempa fyri.
Tilmelding til galla-veitsluna fer fram við innan sunnudagin 7. mars at rinda kr. 350,00 fyri hvønn leikara inn á konto hjá H71, konto nr. 417.997.2 í Norðoya Sparikassa skrásnr. 9865 . Umráðandi er, at navn og felag verður viðmerkt í sambandi við tilmeldingina/inngjaldið
Av tí at talan er um ungar leikarar, sum í nógvum førum hava langan veg heim, verður sett sum treyt, at eitt ella tvey vaksin fólk frá hvørjum felagið, sum kunnu hava ábyrgd av leikarunum, koma við til veitsluna. Tvey ókeypis atgongumerkir verða latin hvørjum felag til hetta endamálið. Freistin at geva okkum nøvnini á ábyrgdarpersónunum er somuleiðis fríggjadagin 5. mars.
Fráboðan um, hvørjum leikararnir og venjararnir hvør í sínum lagi atkvøða fyri, verður í seinasta lagi leygardagin 13. mars at senda við telduposti til sunneva@post.olivant.fo. Viðheftur er atkvøðuseðil at nýta í hesum sambandi.
Um spurningar eru til veitsluna ella annað, kunnu tit venda tykkum til Sunnevu Jakobsen, tlf. nr. 591971 ella til Gunn Ellefsen, tlf. nr. 593040.
Loksins verður gjørt vart við, at um ikki nóg nógv hava teknað seg til veitsluna, ella sponsorarnir ikki eru upp á pláss, tá omanfyri nevnda freist er úti, verður veitslan av ongum. Um so er, flyta vit tilmeldingargjøldini og møguligar innbetalingar frá sponsorum aftur á tí kontoina, sum peningurin upprunaliga varð fluttur frá.
Vinarliga vegna nevndina í H71
Sunneva Jakobsen, forkv.



