Limafundur leygardagin 20. mars 2010 kl. 10.00

18/03/2010

Savnsmynd

Skráin: 

1.     Kappingarnevndin/formaðurin bjóðar vælkomin 

2.     Orðaskifti um víðkan av bestu kvinnudeildina (Sunset-deildin) 
a.     Uppskot til samtykt um at víðka bestu kvinnudeild verður lagt fram 
b.    Atkvøða um samtyktina um at víðka bestu kvinnudeildina 

3.     Orðaskifti um víðkan av bestu mansdeildini (Atlantic Airways-deildin) 
a.     Uppskot til samtykt um at víðka bestu mansdeildini verður lagt fram 
b.    Atkvøða um samtyktina um at víðka bestu mansdeildina 

4.     Orðaskifti um arbeiðsbólk, sum skal endurskoða kappingarleistin 
a.     Hugskotið um at settur verður niður ein arbeiðsbólkur at endurskoða kappingina verður lagt fram 
b.    Uppskot til mannagongd fyri arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum verður lagt fram 
c.     Atkvøða um góðkenning av mannagongdini fyri arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum 
d.    Uppskot til hvørjir limir skulu verða í arbeiðsbólkinum 
e.     Atkvøða um uppskot til limir, sum skulu verða í arbeiðsbólkinum 

5.     Feløgini leggja fram uppskot til nýggjan kappingarleist – Hvussu kunnu vit tryggja okkum ein spennandi/stuttliga og áhugaverda kapping bæði hjá kvinnum og monnum 
a.     Umboð fyri arbeiðsbólkin tekur samanum tey uppskotini, sum eru komin fram 

6.     Orðið er frítt 

Fundur lokin + nýggjur fundur ásettur 

{ 1 viðmerking }

Sofus Joensen mars 15, 2010 tann 20:53

Eg havi í fleiri ár gingið í vónini um, at eitt ella tvey lið eru komin aftrat í bestu deildina, og eg gleðist um, at tað nú ber rætta vegin!
Samstundis havi eg eisini saknað ta motivatión og ídni, ein hóttandi niðurflyting eigur at hava við sær.
Annars vil eg ynskja Team Klaksvík hjartaliga vælkomnum í Atlantic Airways deildina!

Fyrri postur:

Næsti postur: