Leygarmorgunin 27. mars frá kl. 9 til 13 verður venjing fyri U14 gentur í Gundadalshøllini
Av misgáu er innbjóðingin send ov seint. Hóast skotbráið er stutt, verður biðið um, at feløgini hjálpa til at fáa boðini niðanfyri til teir leikarar, sum kunnu metast at skula royna seg í eini U14 venjing hjá gentum nú leygardagin 27. mars 2010.
Innbjóðingin:
—————–
Til feløg, hondbóltsleiðarar og venjarar kring landið
Tórshavn 16. mars 2010
HSF er í løtuni í ferð við at skipa fyri savningum av talentliðum/ungdómslandsliðum. Leygardagin tann 27. Marts kl. 09.00 til umelið kl 13.00 verður skipað fyri savning av U14 gentum, tað eru gentur føddar í 1995, 1996 og 1997. Tað verða Kári Horn og Birgir Poulsen, sum saman við øðrum, fara at taka sær av U15 gentu-bólkinum.
Í fyrsta umfari er ætlanin, at feløgini sjálvi skulu velja leikarar út í aldursbólkinum gentur 14 ár, sum vera mettar at vera egnaðar at verða partur av talentliði/ungdómslandsliði. Hóast útgangsstøðið er, at talan er um leikarar sum spæla í deildini ge 14 ár so er møguligt, at einstakir serliga evnaríkir leikarar føddir í 1997 kunnu verða við. Fyri ikki at útiloka møguliga góð evni, verður einki fast leikaratal ásett, sum hvørt felagið kann velja út, litið verður á vit og skil og bestu sannføring hjá hondbóltsvenjarum/ leiðarum. HSF hevur sett ynski fram um, at feløgini eisini meta um, hvørt tey hava leikarar, sum eru serliga høgir/stórir og sum við røttu venjingini kunnu gerast góðir hondbóltsleikarar, hóast teir kanska í dag, tekniskt, ikki eru best fyri.
Ætlanin er at savna leikararnar einferð um mánaðin fram til summarfrítíðina, tá ein eftirmeting so fer fram. Um neyðugt fer ein útveljan fram eftir nakrar savningar.
Hervið verður tí heitt á tykkum at senda nøvn á leikarum til:
Umframt navn, ynskjast eisini hesir upplýsingar:
- føðingardagur
- bústaður
- fartelefonnummar hjá foreldrum og leikara
- teldupostadressa hjá foreldrum og leikara
- vanlig leikpláss á vøllinum
- hædd og vekt
Upplýsingarnar mugu verða okkum í hendi skjótast gjørligt.
Um tit hava nakað at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til Kára á tlf. 592412 karihorn@email.fo ella til Birgir á tlf. 259119 birgir_poulsen@hotmail.com
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Við heilsan
Kári og Birgir
FAKTA:
Savning: leygardagin 27. februar
Tíð: kl. 09.00 til kl 13.00
Stað: Gundadalshøllin
Flutningur til/frá venjing: egin ábyrgd
Klæðir: vanlig venjingarklæði
Útgerð: egnan bólt og vatndunk



