U17 Gentur

U17 gentur, árg. 1992, 1993 og 1994.

Fyrsta savningin verður sunnudagin 21. februar kl. 9 til 14 og verða tað Geir Wardum og Birgir Sondum, sum fara at taka sær av U17 bólkinum.

Í fyrsta umfari er ætlanin, at feløgini sjálvi skulu velja leikarar út í aldursbólkinum gentur 17 ár, sum vera mettar at vera egnaðar at vera partur av talentliði/ungdómslandsliði. Fyri ikki at útiloka møguliga góð evni, verður einki fast leikaratal ásett, sum hvørt felagið kann velja út, litið verður á vit og skil og bestu sannføring hjá hondbóltsvenjarum/ leiðarum.

Sí avrit av brævinum, sum er sent til feløgini: U17savning-innkallingarbræv