U17 dreingir
HSF er í løtuni í ferð við at skipa fyri savningum av talentliðum/ungdómslandsliðum. Sunnudagin 28. februar kl. 9 til 14 verður skipað fyri savning av U17 dreingjum, tað eru dreingir føddir í 1992, 1993 og 1994. Tað verður Hjalmar Klein Olsen, sum saman við øðrum fer at taka sær av U17 bólkinum.
Í fyrsta umfari er ætlanin, at feløgini sjálvi skulu velja leikarar út í aldursbólkinum dreingir 17 ár, sum vera mettir at vera egnaðir at vera partur av talentliði/ungdómslandsliði. Fyri ikki at útiloka møguliga góð evni, verður einki fast leikaratal ásett, sum hvørt felagið kann velja út, litið verður á vit og skil og bestu sannføring hjá hondbóltsvenjarum/ leiðarum.
Sí avrit av brævinum, sum er sent til feløgini: U17 dreingir – innkallingarbræv



