Viðtøkur
Viðtøkur
§ 1
Navn og heimstaður
Stk.1.
Navn felagsins er Hondbóltsamband Føroya, stytt HSF. Heimstaður felagsins er Tórshavn.
Stk.2.
Hondbóltsambandið er ein samtøka av ítróttafeløgnum, sum íðka hondbólt.
Stk.3.
Hondbóltsambandið er sum sersamband limur í Ítróttarsambandi Føroya (ÍSF), og skal fylgja teimum til eina og hvørja tíð galdandi lógum og reglugerðum ÍSFs.
Stk.4.
Hondbóltsambandið er limur í International Handball Federation (IHF) og í European Handball Federation (EHF).
§ 2
Endamál og virki Hondbóltsambandsins
Stk.1.
Hondbóltsambandið hevur til endamál at menna umstøðurnar og skapa áhuga fyri hondbólti.
Stk.2.
Hondbóltsambandið skal stuðla hondbóltsfeløgnum, seta reglur, skipa fyri kappingum, staðfesta met og virka fyri stovnan av nýggjum feløgum.
Stk.3.
Hondbóltsambandið skal skipa fyri skeiðum og fyri eftirútbúgving av venjarum og dómarum, løggilda dómarar og seta dómaraeygleiðarar.
Stk.4.
Hondbóltsambandið skal skip fyri landsdystum og umboða feløgini í millumlanda – og alheimshondbóltssamgongum sum IHF og EHF.
Hondbóltsambandið hevur ábyrgdina av, at hondbóltsreglurnar eru í neyvum samsvari við galdandi altjóða reglurnar (IHF reglurnar).
Stk.5.
Hondbóltsambandið hevur ábyrgdina av, at allar reglur eru í samsvari við galdandi ÍSF reglur og lógir, og er harafturat hægsti myndugleiki innan ÍSF um allar spurningar í hondbólti.
§ 3
Limaviðurskifti
Stk.1.
Øll ítróttarfeløg, sum íðka hondbólt, skulu vera limir í Hondbóltsambandinum. Umsókn um limaskap skal sendast til Hondbóltsambandið sum ger av, um felagið kann gerast limur.
Stk.2.
Hondbóltsambandið leggur lands- og steypakappingina til rættis og er hægsti myndugleiki í øllum spurningum sum taka seg upp í hesum sambandi.
Stk.3.
Feløgini og limirnir í feløgunum hava skyldu til:
a) At fylgja lógum og reglugerðum hjá ÍSF og Hondbóltsambandinum
b) At stuðla Hondbóltsambandinum í allar mátar, sum er neyðugt, fyri at Hondbóltsambandið kann røkja sínar skyldur.
c) At fáa loyvi frá Hondbóltsambandinum til:
1) at skipa fyri dystum ella kappingum, har útlendsk lið eru við, og
2) at luttaka í dystum ella kappingum uttanlands.
Stk. 4.
Feløgini lata eitt fast árligt limagjald til Hondbóltsambandið, umframt eitt fast árligt gjald fyri hvørt lið, sum verður teknað til kappingar hjá Hondbóltsambandinum. Limagjaldið er ásett á aðalfundi hjá Hondbóltsambandinum og kann einans verða broytt á aðalfundi.
Luttøkugjaldið verður ásett av nevndini. Nevndin hevur eisini heimild at broyta luttøkugjaldið. Limagjald og luttøkugjald skulu vera Hondbóltsambandinum í hendi áðrenn kappingin byrjar. Felagið sleppur ikki at vera við í kappingini, fyrr enn limagjald og luttøkugjald eru goldin.
Stk.5.
Felag, sum ætlar at melda seg úr Hondbóltsambandinum skal skrivliga boða hondbóltsambandinum frá hesum.
§ 4
Aðalfundur Hondbóltsambandsins
Stk.1.
Hægsta valdið í Hondbóltsambandinum er aðalfundurin, sum verður hildin innan 1. juni. Aðalfundurin skal vera fráboðaður feløgunum skrivliga og lýsast í bløðunum ein mánað frammanundan.
Stk.2.
Dagsskráin á aðalfundinum skal fevna um:
1. val av orðstýrara,
2. formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári,
3. kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap,
4. innkomin mál,
5. val av nevndum og eykamonnum,
6. val av grannskoðara,
7. ymisk.
Stk.3.
Hvørt felag sendur í mesta lag 3 umboð, sum hava verið limir í felagnum í minsta lagi 1 mánaða og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni i lagi, á aðalfundin.
Stk.4.
Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hava feløgini og nevnd
hondbóltsambandsins.
Starvsnevnd ÍSF, dómsnevndin og grannskoðarin hava talurætt og rætt til at seta fram uppskot.
Stk.5.
Uppskot um viðtøkubroytingar, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin. Á aðalfundin kunnu viðtøkuuppskot ikki viðgerðast/góðkennast, uttan at tey standa á fundarskránni.
Stk.6.
Fyri at eitt uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meir enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.
Stk.7.
Eykaaðalfundur kann verða hildin, um starvsnevndin ynskir tað, ella um helvtin av limafeløgunum ynskja tað. Eykaaðalfundur skal vera lýstur eins og aðalfundur.
Stk. 8.
Aðalfundurin skal samtykkja keyp og sølu av fastari ogn.
§ 5
Nevnd
Stk.1.
Ovastu leiðslu Hondbóltsambandsins hevur nevndin. Nevndin telur 5 limir. Nevndarformaður og næstformaður verða valdir einsæris á aðalfundinum til at sita 2 ár, soleiðis at teir verða valdir annaðhvørt ár.
Stk.2.
Nevndin hevur øll fíggjarlig viðurskifti um hendi.
Stk.3.
Nevndin skal einaferð um árið senda ÍSF frágreiðing um virki hondbóltsambandsins.
Stk.4.
Nevndin kann seta undirnevndir sum í minsta lagi skal telja hesar nevndir, kappingarnevnd og dómaranevnd. Nevndin ásetur í reglugerð uppgávu- og arbeiðsbýti millum nevnd og undirnevnd. Nevndin kann seta skrivara, kassameistara og skrivstovufólk.
§ 6
Kappingarnevndin
Stk 1.
Kappingarnevndin syrgir fyri, at feløg siga frá luttøku í lands- og steypakappingini og leggur hesar kappingar til rættis. Kappingarnevndin ansar eftir, at kappingar fara fram eftir settu reglum, og hevur myndugleika til at gera broytingar í kappingarskráunum.
Stk.2.
Kappingarnevndin hevur hægsta avgerðarrætt í øllum dagligum spurningum kappingunum viðvíkjandi.
Stk.3.
Kappingarnevndin tekur avgerð í trætumálum sum stinga seg upp í sambandi við dystir, umframt at leiða lands- og steypakappingar.
Stk.4.
Í kappingarnevndini sita tríggir limir umframt tiltakslim. Limirnir verða valdir av nevndini.
Stk.5.
Avgerðir hjá kappingarnevndini kunnu innan 7 dagar eftir at avgerðin er fráboðað móttakaranum kærast til dómsnevndina.
§ 7
Dómaranevndin
Stk.1.
Dómaranevndin ansar eftir, at dømingin er í tráð við tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur fyri hondbólt.
Stk.2.
Dómaranevndin útvegar dómarar og setur teir til at døma teir dystir í landskappingini. Í teimum førum, tá ið dómarar og dómaraborð ikki verða útnevndir av dómaranevndini, útvegar heimaliðið dómarar og fólk at manna dómaraborðið.
Stk.3.
Dómaranevndin skipar fyri skeiðum til útbúgving av dómarum, tíðtakarum og skrivarum.
Stk.4.
Dómaranevndin syrgir fyri, at ein eygleiðaraskipan virkar.
Stk.5.
Í dómaranevndini sita ein til tríggir limir. Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni.
§ 8
Dómsnevndin
Stk.1.
Dómsnevndin viðger kærur um mál, sum viðvíkja hondbólti.
Stk. 2.
Viðgerðin fer fram sambært teimum til eina og hvørja tíð galdandi ,reglum fyri dómsnevndina innan ÍSF og viðgerð av kærum??.
Stk.4.
Í dómsnevndini sita tríggir limir, ið verða valdir av aðalfundinum.
§ 9
Nevndarsamsýning
Stk.1.
Nevndarlimir fáa onga løn.
§ 10
Hondbóltssambandið skal samráðast við ÍSF og onnur sersambond/deildir, áðrenn altjóða stevnir setast í verk í Føroyum.
§ 11.
Roknskapur og grannskoðan
Stk.1.
Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum av aðalfundinum valdum ríkisgóðkendum grannskoðara, sum virkar til ein aðalfundur hevur valt ein nýggjan grannskoðara í staðin.
Stk.2.
Roknskaparár felagsins fylgir kalendaraárinum. Roknskaparárið fyri 2004 gongur frá 1. januar 2004 til 31. desember 2004.
§ 13
Tekningarreglur
Stk.1.
Felagið verður bundið við undirskrift av formannium saman við einum nevndarlimi.
§ 14
Skiftisreglur
Stk.1.
Samstundis sum hesar viðtøkur verða samtyktar, fara higartil galdandi lógir og reglugerðir hjá Honbóltsambandinum úr gildi.
Tórshavn 29/5-04



