Forskriftir

Steypakappingin – Forskriftir

Feløgini melda liðini til kappingina. Tá feløgini hava boðað frá luttøku, leggur Kappingarnevndin kappingina til rættis.

Kvartfinalurnar verða leiktar í desembur. Hálvfinalurnar verða í januar, og finalan februar.
Feløgini verða mint á, at heimaliðið skal taka stig til, at dystur verður leiktur fyri ásettu tíð. Verður hetta ikki gjørt, vinnur útiliðið.

Í steypakappingunum fyri tey yngru verða 2. umførini við stigarokning. Í feburar hittast bert 4 tey bestu liðini frá umførunum, ið verið hava. Tá leika nr. 1 og nr. 4 aðru hálvfinaluna og nr. 2 og nr. 3 hina. Vinnararnir leika síðan finalu og tapararnir um 3. plássið.
At enda verður mint á, at feløgini skulu siga frá luttøku til fyriskipandi felagið ( H S F ) í seinasta lagi mánadag kl. 21.00, sum kappingin verður leygardag. Fyriskipandi felagið, ella H S F, leggur so skránna og kunnger luttakandi liðnum hana.
Luttøkugjaldið fyri hvørt luttakandi liðið verður ásett av H.S.F.