Vanligar reglur

Steypakappingin – Vanligar reglur

HSF skipar fyri landssteypakapping fyri vaksin lið bæði í kvinnu- og mansdeildini. Kappingin kann kallast HSF Landssteypakapping ella Sponsornavn við -kapping skoytt uppí.

Í kappingini kunnu øll feløg undir HSF taka lut.
Í hvørjari deild verður spælt um steyp, sum verður vunnið til ognar. Leikarar og feløg, ið luttaka í finaluni, fáa heiðursmerki (18 í vaksnamannadeildini og 16 í yngru deildunum). Í yngru deildunum fáa 4 lið heiðursmerki.
Tilmelding skal gerast til HSF innan ásettu freistina.
Reglur viðvíkjandi kappingini.
b) Kappingin verður leikt eftir reglunum í steypakappingini,smb. stk. 7.13 í kappingarreglum HSF, sum annars eru galdandi fyri kappingina.
c) Feløg, ið hava lið í føroysku hondbóltskappingini í SunSet og Atlantic Airways, taka ikki lut í fyrstu umførunum í kappingini.
d) Av tí at CocaCola kappingin er fráboðanarskyldug kapping, galda reglurnar í kappingarreglugerðini stk. 4 um at skifta felag bæði fyri luttøkurættindi á liðum í landssteypakapping og sum skeringsdagur fyri leikbann í sambandi við, at skift verður í annað felag, um landssteypadysturin er seinast leikti dystur hjá felagnum, ið letur frá sær.
e) Dystir í CocaCola kappingini hvørki “loysa” ella “binda” ein leikara í sambandi við dystirnar í SunSet og Atlantic Airways.
f) Allar kappingar leggur og leiðir kappingarnevndin hjá HSF
Innleiðandi umfør

&