Reglugerð – steypadystir
Reglugerð viðvíkjandi steypadystum
1. Steypakappingarnar, sum HSF skipar fyri fara fram eftir vanligum EHF/IHF reglum. Fyrst verður ein vanligur dystur leiktur.
2. Um eingin vinnari er eftir vanliga leiktíð, verður farið soleiðis fram:
a. Eftir ein steðg uppá 5 min, verður umdystur leiktur. Leiktíðin er 2×5 min.
3. Um enn eingin vinnari er, verður umdystur leiktur. Leiktíðin er 2×5 min.
4. Um enn eingin vinnari er, verður dysturin avgjørdur við brotskøstum
5. Brotskastkappingin fer soleiðis fram:
a. Venjararnir velja hvør sínar 5 leikarar, og geva dómarunum nøvnini.
b. Leikarar, sum í dystinum eru diskvalifiseraðir ella burturvístir, kunnu ikki verða við í brotstkastkappingini.
c. Málmaðurin kann verða ein, ið kastar. Somuleiðis kann ein útileikari verða málmaður.
d. Dómarin ger av, á hvørjari síðu brostkøstini skulu takast.
e. Dómarin kastar lut um, hvør skal byrja.
f. Síðani skiftast liðini um at kasta brotskøst, til ein vinnari er.
g. Um enn eingin vinnari er, velja venjararnir 5 leikarar aftur at kasta. Hesir 5 leikararnir kunnu verða teir somu sum fyrru ferð, men til ber eisini at skifta leikararnar um við aðrar
h. Nú kasta teir ein móti einum til vinnari er funnin.
i. Um leikari sýnir óhøviskan atburð, meðan brotskastkappingin fer fram, skal hann verða sektaður við diskvalifikatión ella burturvísing. Um leikari er diskvalifiseraður, burturvístur ella skaddur, kann annar leikari koma í hansara stað.
j. Tá brotskast verður kastað kunnu bert tann,
1. ið kastar,
2. málmaðurin hjá hinum liðnum
3. og dómararnir vera á tí hálvuni har kappingin fer fram.
Viðvíkjandi reglugerð fyri hálvfinalur og finaluna hjá kvinnum og monnum sí hesa reglugerð.
(Sí annars reglugerðina hjá EHF 3.4.2.2, og reglugerðina hjá IHF 2.7)
Reglugerð viðvíkjandi hálv-final-unum hjá kvinnum og monnum
1. Hálvfinalan verður spæld í tveimum, einum heima og einum útidysti.
2. Í hálvfinalunum verður stig givin soleiðis:
a. Vunnin dystur 2 stig
b. Javnur dystur 1 stig
c. Taptur dystur 0 stig
3. Tað liðið, ið hevur flest stig eftir báðar dystirnar, hevur vunnið hálvfinaluna.
4. Um bæði liðini hava eins nógv stig, hevur tað liðið vunnið, ið hevur:
a. Betri málmun
5. Um málmunurin er tann sami, hevur tað liðið vunnið, ið hevur:
a. Gjørt fleiri mál í útidystinum.
6. Um eingin vinnari er, verður farið soleiðis fram:
a. Umdystur 2×5 min (dysturin byrjar við støðuni 0-0)
7. Um enn eingin vinnari er, verður dysturin avgjørdur við brotskastum
8. Kappingin við brotskøstini fer soleiðis fram:
a. Venjararnir velja hvør sínar 5 leikarar, og geva dómarunum nøvnini.
b. Dómarin ger av, á hvørjari síðu brostkøstini skulu takast.
c. Dómarin kastar lut um, hvør skal byrja.
d. Síðani skiftast liðini um at kasta brotskøst, til ein vinnari er.
e. Um enn eingin vinnari er, velja venjararnir 5 leikarar aftur at kasta.
f. Nú kasta teir ein móti einum til ein vinnari er funnin.
(Sí annars reglugerðina hjá EHF 3.4.2.2)
Reglugerð viðvíkjandi finaluni hjá kvinnum og monnum
1. Finalan er ein dystur, har vinnararnir í báðum hálvfinalunum møtast. Finalan verður spæld í februar. HSF ásetur dagin og klokku-tíðina. Í sambandi við finaludystir í steypakappingini hevur H.S.F rættin til allar lýsingar.
2. Um eingin vinnari er eftir vanliga leiktíð, verður farið soleiðis fram:
a. Eftir ein steðg uppá 5 min, verður umdystur leiktur. Leiktíðin er 2×5 min.
b. Um enn eingin vinnari er, verður aftur ein steðgur uppá 5 min. og síðani verður aftur umdystur leiktur. Leiktíðin er 2×5 min.
3. Um enn eingin vinnari er, verður dysturin avgjørdur við brotskøstum
4. Brotskastkappingin fer soleiðis fram:
a. Venjararnir velja hvør sínar 5 leikarar, og geva dómarunum nøvnini.
b. Leikarar, sum í dystinum eru diskvalifiseraðir ella burturvístir, kunnu ikki verða við í brotstkastkappingini.
c. Málmaðurin kann verða ein, ið kastar. Somuleiðis kann ein útileikari verða málmaður.
d. Dómarin ger av, á hvørjari síðu brostkøstini skulu takast.
e. Dómarin kastar lut um, hvør skal byrja.
f. Síðani skiftast liðini um at kasta brotskøst, til ein vinnari er.
g. Um enn eingin vinnari er, velja venjararnir 5 leikarar aftur at kasta. Hesir 5 leikararnir kunnu verða teir somu sum fyrru ferð, men til ber eisini at skifta leikararnar um við aðrar
h. Nú kasta teir ein móti einum til vinnari er funnin.
i. Um leikari sýnir óhøviskan atburð, meðan brotskastkappingin fer fram, skal hann verða sektaður við diskvalifikatión ella burturvísing. Um leikari er diskvalifiseraður, burturvístur ella skaddur, kann annar leikari koma í hansara stað.
j. Tá brotskast verður kastað kunnu bert tann,
1. ið kastar,
2. málmaðurin hjá hinum liðnum
3. og dómararnir
vera á tí hálvuni har kappingin fer fram.
(Sí annars reglugerðina hjá EHF 3.4.2.2, og reglugerðina hjá IHF 2.7)
Við hesum fara allar reglur og forskriftir, sum ikki eru lýstar her, úr gildi



