U14 dreingir

Fríggjadagin tann 28. februar kl. 18 til 21 verður skipað fyri savning av U14 dreingjum, tað eru dreingir føddir í 1995, 1996 og 1997. Tað verða Ingi Olsen, Gunnar Djurhuus og Anna Dam, sum saman við øðrum, fara at taka sær av U14 bólkinum.

Í fyrsta umfari er ætlanin, at feløgini sjálvi skulu velja leikarar út í aldursbólkinum dreingir 14 ár, sum vera mettir at vera egnaðir at vera partur av talentliði/ungdómslandsliði. Hóast útgangsstøðið er, at talan er um leikarar sum spæla í deildini d 14 ár so er møguligt, at einstakir serliga evnaríkir leikarar føddir í 1997 kunnu verða við. Fyri ikki at útiloka møguliga góð evni, verður einki fast leikaratal ásett, sum hvørt felagið kann velja út, litið verður á vit og skil og bestu sannføring hjá hondbóltsvenjarum/ leiðarum. HSF hevur sett ynski fram um, at feløgini eisini meta um, hvørt tey hava leikarar, sum eru serliga høgir/stórir og sum við røttu venjingini kunnu gerast góðir hondbóltsleikarar, hóast teir kanska í dag, tekniskt, ikki eru best fyri. 

Ætlanin er at savna leikararnar 3-4 hvørja viku fram til summarfrítíðina, tá ein eftirmeting so fer fram. Um neyðugt fer ein útveljan fram eftir nakrar savningar.

Hervið verður tí heitt á tykkum at senda nøvn á leikarum til:

u14dhsf@gmail.com

 

Umframt navn, ynskjast eisini hesir upplýsingar:


  1. føðingardagur
  2. bústaður
  3. fartelefonnummar hjá foreldrum og leikara
  4. teldupostadressa hjá foreldrum og leikara
  5. vanlig leikpláss á vøllinum
  6. hædd og vekt

 

Upplýsingarnar mugu verða okkum í seinasta lagi mikudagin 24. februar 2010 kl. 15.

Um tit hava nakað at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til Onnu á tlf. 519082, Inga á tlf. 230328 ella Gunnar 219082 – ella senda ein teldupost á u14dhsf@gmail.com

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Við heilsan

Ingi Olsen,

Gunnar Djurhuus,

Anna Dam

FAKTA:

Savning: fríggjadagin 26. februar

Tíð:  kl. 18.00 til 21.00

Stað:  Ítróttarhøllin í Vestmanna

Flutningur til/frá venjing: egin ábyrgd

Klæðir: vanlig venjingarklæði

Útgerð: egnan bólt og vatndunk